Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valið ávirkar skúlagongdina

Oliver Joensen

Í dag fór 1. flokkur í Ósáskúlanum ein túr. Steintór Rasmussen, lærari, sigur, at valið sjálvandi ávirkar skúlan, men vit leggja bara undirvísingina eitt sindur annarleiðis til rættis, so hetta yvirlivað vit. Onkrir flokkar hava fingið frí, men annars koyrir skúlagongdin sum vant, hóast miðhøllin í skúlanum verður brúkt til valið.

Tað at val er, er ein partur av upplæringini, so tað er fínt, at børnini eisini síggja hvat gongur fyri seg ein slíkan dag og at skúlin er partur av tí.