Vallistarnir til løgtingsvalið, sum verður týsdagin tann 1. september 2015, liggja frammi til alment eftirlit frá mánadegnum 10. august til mánadagin 17. august.
Við hesum verður tað gjørt kunnugt, at vallistarnir til løgtingsvalið, sum verður týsdagin tann 1. september 2015, liggja frammi til alment eftirlit frá mánadegnum 10. august til mánadagin 17. august á hesum støðum:
Árnafjørður og Klaksvík – í Miðlan, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík
Mikladalur og Trøllanes – hjá Jógvan Joensen, 798 Trøllanes
Svínoy – hjá Honnu Jacobsen, 765 Svínoy
Møguleiki fyri kæru
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, kunnu rættast til og við valdagin.




