Tað er líkt til, at luttøkan við hetta fólkatingsvalið verður minni enn við fólkatingsvalið seinast.
Úr KÍ-høllini frætta vit, at 285 fólk hava verið á vali í Klaksvík í morgun. Við fólkatingsvalið seinast høvdu 330 fólk verið á vali á miðdegi, so hetta boðar frá minni luttøku.
Veðrið hevur verið sera vánaligt nú seint fyrrapartin og úr høllini verður sagt, at fyrsta tíman ímorgun hevði sama tal verið á vali sum seinast, men tíman frá kl. 10 vóru nógv færri á vali og tíman frá kl. 11 vóru aftur færri og sagt var, at tá vit ringdu um 12.10 tíðini var ikki eitt menniskja inni í høllini undantikið arbeiðisfólkið har sjálvandi.




