Tað hevur svingað eitt sindur við valluttøkutølunum í Klaksvík ímorgun og ídag, men kl. 15 sá út til at vit fara at fáa um somu luttøku sum í 04.
Kl. 13 ídag, sá út til, at valluttøkan fór at vera lítil, tí bert 378 fólk høvdu greitt atkvøðu ímóti 415 somu tíð í 2004. Men nú kl. 15 hava 721 borgarar í Klaksvík greitt atkvøðu ímóti 748 við valið í 2004 um somu tíð.
Tað sær sostatt út til í skrivandi stund, at vit fara at kunna rokna við somu luttøku á kommunuvalinum í ár og í 2004, so verður spennandi at síggja hvat tað boðar frá. Fara vit at velja tey somu sum seinast, ella hvussu?




