Ídag meðan rekamaðurin fekst við reka sín, sveimaði ein valmási uppi yvir briminum við Hellisenda yvir at flesjum og aftur.
Valmásin er ikki vanligur her hjá okkum hóast hann vitjar við hvørt. Tað sum ger at hann brýtur frá flestu másafuglum er, at hann sýnist hvítur ella ljósur allur sum hann er, og harafturat er talan um ein sera stóran fugl, á stødd við svartbak kanska.
Hesin sum var á Borðoyarvík ídag var sera vakur á at líta, men ilt var hjá okkum at meta um, um hetta var ein lítil valmási ella ein stórur valmási, Fuglafrøðingar gera nevniliga mun á báðum sløgum og bókin Fuglar í Norðhøvum sigur, at torført er at síggja mun.
Valmásin eigur ikki í Føroyum.
Vit vendu okkum til Jens Kjeld Jensen, fyri at fáa nærri at vita, og hann sigur hetta:
Dette er en ung valmási, som bla. ses på at det sorte på næbbet, som er lige afskåret, på unge Lille valmási er det sorte mere udflydende.
Begge arterne er vanlige vinter gæster, men ikke i et stort antal.
Den lille valmási kommer fra Grønland og Baffin Island, medens den "store" kommer fra bl.a. Svalbard og længere øst fra.




