Tvey smádreingjalið hjá íslendska felagnum Válur vitja í Føroyum í hesum døgum, og mikudagin koma liðini til Klaksvíkar at spæla ímóti smádreingjunum hjá KÍ.
Tveir dystir verða á skránni mikudagin, og teir verða soleiðis:
Kl. 14.00: KÍb-Válur B
Kl. 16.00: KÍa-Válur A
KÍa hevur júst verið til altjóða fótbóltskapping í Århus, og har gekk væl hjá liðnum. Nú fær liðið enn eina altjóða avbjóðing, men hesaferð verður tað á heimavølli, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at ganga.




