Sámal Ravnsfjall, skrivar til Norðlýsið at vánaligu umstøðurnar hjá teimum á Summarfestivalinum ávirkaðu framførsluna
Fyri lítlari løtu síðan svarar Sámal Ravnsfjall aftur uppá kritikkin, sum Norðlýsið hevði av framførsluni hjá honum á Summarfestivalinum. Hann sigur m.a. at stórur munur var á hvørja viðferð føroysku og útlendsku bólkarnir fingu:
Sámal Ravnsfjall skrivar í kjaktorginum:
Pínligt, tað var tað í hvussu so er tá vit báðir Jóan Jakku framførdu á Summarfestivalinum.
Vit stóðu klárir at fara á pallin at gera ljóðprøva væl áðrenn Ramus vóru liðnir at spæla,veðrið var gott og lagi gott á fólki,so tað skuldi verið laga manni at havt eina góða konsert.
Okkara ljóføri lógu klár á pallinum og gittararnir vóru stemmaðir.Men har var ikki so frægt sum eitt mikrofonstativ uppstillað.Ein ljóðmaður stóð í tjaldinum har sum miksipulturin var,og vit spyrja hann um hvussu vorðið er við ljóðprøva,men hann visti onki.Vit spyrja um vit ikki kunna fáa ein stól upp á pallin til trummaran,nei har var ongin sum kundi hjálpa okkum við tí,so vit fóru sjálvir oman í ølteltið og tóku ein stól,og framvegis er onki komið upp á pallin.
Tá vit so høvdu bíða og bíða og fólki hevði bíða í nógv meir enn ein hálvan tíma,so byrjar spakuliga stativ,monitorar og káplar at koma upp á pallin.
Tá so ljóð var komið í eina mikrofon,verða vit introserðarir av Òlavi Klakk og biðnir um at byrja.
Vit fingu als ongan ljóðprøva,og mikrofonin og gittarin hjá mær høvdu mest sum onki ljóð fyrr enn vit vóru komnir gjøgnum hálva konserina.
Alt hetta ávirkar sjálvsagt alla framførðsluna,og helst var okkurt sagt sum betur var ósagt.
Alt í alt so haldi eg ikki at tað er for nógv forlangað ,at mann í minsta lagi hevur eitt anlegg klátr,tá spælast skal.sjálvt um mann ikki eitur Rasmus og kemur úr útlondum.
Pínligt var tað,tað er so púra vist, og ikki bara fyri okkum.
Sámal Ravnsfjall




