Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vánaligt álopsspæl gav málleysan javnleik til KÍ og Skála

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) KÍ hevði sera trupult við at spæla seg til møguleikar, hóast glottar vóru seinasta hálva tíman, tá heimaliðið spældi í undirtali.

Tað var væntandi, at Skála kom norður til Klaksvíkar at verja eina stigið, meðan KÍ skuldi mynda dystin. Til tíðir var tað eisini leikgongdin, men Skála var eisini í fleiri tíðarskeiðum heilt væl við leikliga og søki at KÍ málinum. Tann stóri mál møguleikin til Skála kom tó ongantíð í dystinum. KÍ hevði ikki uppskriftina til at lata verjuna upp hjá Skála, har teir báðir miðverjarnir Jákup Jacobsen og Andras Frederiksberg spældu ein framúrskarandi dyst. KÍ spældi bæði við longum bóltum og innleggum, men næstan altíð sluppu teir báðir sigrandi burturúr nærdystunum. Sjáldan megnaði KÍ at spæla seg ígjøgnum umvegis millumrúmini. Størsta mál møguleikan í fyrra hálvleiki fekk Páll A. Klettskarð, men hann skallaði innleggið uppum.

KÍ vaknaði eftir útvísingina

Tað lá einki mál í luftini fyrsta partin av seinna hálvleiki. Frustrasiónirnar øktust so við og við á heimaliðnum, har fleiri leikarar fingu gul kort og í 65. minutti fleyt yvir hjá Jákupi B. Andreasen, sum fekk beinleiðis reytt kort fyri at hava sligið ein Skála leikara. Eftir hetta tóktist tað sum, at KÍ liðið vaknaði. Skála valdi at spæla verjukent seinasta partin av dystinum, og tað var KÍ, sum sat á dystinum seinasta hálva tíman. KÍ spældi í eini 3-4-2 leikskipan, og nú eydnaðist til tíðir at leggja trýst á Skála. Tveir stórir møguleikar komu burturúr, men bæði Semir Hadzibulic og Jóannes Bjartalíð skutu uppum úr góðum støðum. Leikararnir á útiliðnum tóktust meira tungir seinastu løtuna, og teir vóru heilt greitt væl nøgdir við eina stigið, tá dómarin floytaði dystin av. Ein javnleikur var heldur ikki av leið, um hugt verður eftir øllum dystinum, tí KÍ skapti ov fáar stórar møguleikar til at vinna dystin.

Hørður og Semir vóru ljóspunktini

Hjá Skála hava vit nevnt báðar miðverjarnar fyri teirra framúr avrik. Stríðsandin var framúr á liðnum hjá Skála og hesin bjargaði teimum eisini eina stigið. Verjuspælið tykist vera væl skipað og tá skulu vit hava í huga, at Skála spældi uttan Valerian Iobashvili sum saman við Mamuka Toronjadze ikki hevði fingið neyðugu loyvini uppá pláss til dystin. Á KÍ liðnum vóru nógvir leikarar, ið spældu undir teirra vanliga støði sum vit sóu í 2016. Avleveringarnir sótu ikki, innleggini vóru ikki neyv og sum dysturin fráleið sást hetta eisini aftur í frustrasiónum og kortum. At mistøkini eru mong í sjálvum spælinum er kanska heldur ikki so óvanligt tey fyrstu umførini í landskappingini, har KÍ eisini hevði tað trupult í fjør. Men ljóspunkt vóru og nýggi KÍ miðverjin Hørður Askham spældi ein góðan dyst í verjuni, har hann mangan var leikarin, sum fekk ruddað burtur m.a. við sínum skjótleika. Tað var viðvirkandi til, at Skála ongan stóran møguleika fekk í dystinum. Hann bleiv eftir dystin valdur til dagsins leikara av Bláu Bylgjuni. Gjøgnum seinna hálvleik var tað Semir Hadzibulic, ið var tann, ið gekk á odda á miðvøllinum fyri undirmannaða I liðið og var við í báðum teimum størstu mál møguleikunum. Dysturin endaði 0-0 og tað komst av, at gott verjuspæl vann á vánaligum álopsspæli hjá báðum liðunum. Javnleikin kundi Skála fegnast meira yvir, tí KÍ var á heimavølli og favorittur at vinna dystin.