Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vánaligt føroyskt avrik í Kekkia

Jákup Ósá

Longu í hálvleikinum var 4-0.

Eftir eina røð av góðum úrslitum kom føroyska liðið niður á jørðina í kvøld. Føroyar spældu í Kekkia og taptu heili 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 4-0. 

Talan var um eitt vánaligt føroyskt avrik, ið tíbetur kom í einum venjingardysti og ikki einum kappingardysti. Hvørki verjuspæl ella álopsspæl riggaði. Føroyska liðið var nógv skert, men 9 av teimum 14, sum vunnu móti Turkalandi vóru við, so tað burdi verið grundarlag til at fingið eitt betri úrslit og eitt betri avrik. 

Føroyar spæla ársins seinasta landsdyst leygardagin í Kosovo og fáa tá møguleikan at avrika betri soleiðis at 2022 ikki endar við einum vónbroti. 

Harleywoodpaint