Sjálvt um fáir húkar verða settir norðanfyri og sunnanfyri nú um dagarnar, so er fiskiskapurin hjá størri útróðrarbátunum sera vánaligur.
Oddmar Niclasen, formaður á Bragd er júst afturkomin av ferð uttanlanda. Hann segði við Norðlýsið í morgun, brosandi, at hann ivaðist í bara at fara uttanlands aftur.
Nei, fiskiskapurin er sera vánaligur. Nógv drift hevur ikki verið í summar og nú heystið er komið byrja bátarnir aftur, men tað er so eiðasørt at tað bragdar. Eg havi havt ein mann fyri meg at drifta Bragd, teir hava verið einar fýra túrar og fiskiskapurin hevur ligið um 3-4000 pund og onkuntíð minni enn tað. Frætti frá hinum bátunum, at tað er júst tað sama, onkuntíð eru teir ikki komnir til 3000 pund og onkuntíð upp um 4000 pund. Tað er at kalla einki, tá vit seta einar 50 stampar og meira enn tað.
Hvør orsøkin er, veit eg ikki, sigur Oddmar Niclasen, men sjógvurin er í hvussu so er ov heitur eftir okkara tykki, hann liggur í løtuni upp ímóti 10 hitastigum.
Bragd kemur inn seinnapartin við umleið 2.700 pundum, so vit hava ikki hug at fara avstað aftur í kvøld, tá fiskiskapurin er so vánaligur, sigur Oddmar Niclasen at enda.




