Fleiri borgarar hava vent sær til Norðlýsið og biðið blaðið taka mál um, ið viðvíkja ferðslutrupulleikum og øðrum vandum á vegunum í Klaksvík. Hesar áheitanir eru so nógvar í tali, at vit ikki hava orku til at taka hvørt einstakt mál upp. Men allar benda á, at har eru viðurskifti, sum mugu loysast, sumt meira átrokandi enn okkurt annað, sjálvsagt, men øll neyðug at fáa í rættlag, skulu vit fáa trivnað í Klaksvík.
Fýlst verður millum annað á parkeringsóskil í býnum, har bilar standa í báðum síðum av vegnum, hóast kommunal parkeringspláss eru tøk í nánd. Her kann ein sjálvandi siga, at kommunan hevur gjørt sítt við at gera parkeringsplássini, men kommunan bæði kann og eigur at gera meira, um fólk ikki vilja brúka tey, t.d. við at fáa parkeringsvørðar at geva bøtur fyri at tarna ferðsluni og harvið fáa fleiri at nýta parkeringsplássini.
Á sosialu miðlunum eru nakrir bólkar stovnaðir við tí fyri eyga at bøta um ferðsluviðurskiftini. Annar eitur ”Klaksvík – Rís og rós”, har borgarar kunnu skriva sína hjartans meining um bæði góð og minni góð viðurskifti í Klaksvík, og summi brúka høvið at skriva um ferðsluna í býnum. Ein onnur kampagna eitur ”Nokk grivið, gerið liðugt”, sum fýlist á, at vegagerð o.a. vegarbeiði stendur í hálvum gekki.
Ein stórur trupulleiki er, at hóast gamli Skúlavegurin nú er avsperraður fyri ferðslu, so er ein skateboard-rampa sett upp á tí vegnum, og hon má sigast at vera rættiliga vandamikil fyri børn. Tað tykist vera rættiliga óumhugsað at seta hana upp júst við skúlan, har hundraðtals smábørn koma til dagligt, og har tað enntá er ein barnagarður beint við, har uppaftur smærri børn ganga. Vónandi megnar kommunan at finna eina frægari loysn, áðrenn summarsteðgurin er av.
Stóri trupulleikin her er, sum skilst, at stórir seymir standa burturúr træverkinum, sum smá og eisini størri børn lættliga kunnu fáa skaða av. Kommunan hevur skulað loyst trupulleikan, men tað dregur út.
Í kampagnuni ”Nokk grivið – gerið liðugt!” tekur stigtakarin Ísak Mikladal viðurskifti upp, har hann vísir á óliðug vegastrekki og líknandi, og hann fylgir málunum til enda, t.v.s. at tá tað loksins verður gjørt okkurt, so skrivar hann eisini positivt um tað. Eisini her viðmerkja fólk tey mongu, sum parkera ólógliga og/ella til ampa á kommunalum vegi, og hesi gera tað sjálvsagt ikki lættari fyri kommununa at gera neyðugu ábøturnar á vegirnar.
Svimjihylurin í Svínoy er annað dømi, har vit fáa fleiri áheitanir frá ónøgdum borgarum. Svimjihylurin í Svínoy varð gjørdur í 1933 og er nú við at fara fyri skeyti, tí at hann er so illa farin og treingir til átrokandi ábøtur.
Sostatt eru tað bæði forsømdar kommunalar uppgávur, óumhugsaðar kommunalar avgerðir og óumhugsin privatfólk, ið parkera til ampa fyri onnur, ið fólk seta seg í samband við Norðlýsið og kæra sína neyð um. Til ber at fara inn á áðurnevnda bólkin og at hyggja at kampagnuni hjá Ísaki Mikladal á hansara Facebook-profili fyri at kunna seg betur um, hvat er áfatt, og har er nokk at tríva í.
Nú stundar til kommunuval, og tað sum býráðið einamest treingir til, eru árvaknar býráðslimir, sum hava fingurin á pulsinum og lurta eftir trupulleikunum hjá borgarunum. Ein afturvendandi forðing fyri at loysa trupulleikar er sjálvandi tvørrandi fígging, men fleiri trupulleikar eru eisini, sum kunnu loysast púra ókeypis, til dømis viðvíkjandi parkering, og fyri lítið og lætt, til dømis at tryggja skateboard-rampuna. Í hesum førunum skal næstan bara vilji til.



