Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vandi fyri at støði í undirsjóvartunnlunum lækkar um landið tekur yvir

John William Joensen

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA:Reimund Langgaard skrivar at hann stúrur fyri um viðlíkahaldið og trygdin verður á einum nøktandi støði, um tunnlarnir verða lagdir undir Landsverk. Haldi annar, at allir undirsjóvatunnlarnir áttu at ligið í sama felag – eisini teir komandi.

NORÐLÝSIÐ:

Spurningar til løgtingslimir

Skulu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?

Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunlunum eftir at íløgan er afturgoldin?

Reimund Langgaard svarar:

Skulu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?

Eitt av høvuðsendamálunum við at skipa Føroyar sum eitt valdømi, er at fáa meir landspolitikk og minni lokalpolitikk. Onkur hevur ført framm, at tað bara er blivið verri við lokalpolitikki síðan tað bleiv eitt valdømi, men eg haldi at tað er ov tíðliga at siga tað enn – haldi at nýggja skipanin skal sleppa at royna seg nakrar ferð afturat, áðrenn man skal endurskoða hana. So eg haldi ja, at fyribils skulu Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi.

Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunnlunum eftir at íløgan er afturgoldin? Undirsjóvatunnlarnir eru rættuliga dýrir í rakstri og viðlíkahaldi, og skal hetta gjaldast – antin umvegis brúkaragjøld ella umvegis skattin. Eg meini, at rakstur og viðlíkahald framhaldandi skal verða fíggja við brúkaragjøldum, men tá kann prísurin fara væl niður – serliga fyri tey brúka teir mest. Eri eisini eitt sindur stúrin fyri um viðlíkahaldið og trygdin verður á einum nøktandi støði, um tunnlarnir verða lagdir undir landsverk. Haldi annar, at allir undirsjóvatunnlarnir áttu at ligið í sama felag – eisini teir komandi.