Danmark: Summarið í Danmark hevur verið sera turt. Tað er skjótt tætt upp á met viðvíkjandi turra veðrinum. Í fjør var sera turt, men tað sær út til, at hetta summarið verður turrari. Hetta økir um vandan fyri skógareldi.

Veðurforsøgnirnar boða eisini frá turrveðrið. Í gjár hoyrdist at ein hitabylgja skuldi raka Danmark. Hetta ger støðuna enn kritiskari.
Myndugleikarnir heita á danskarar um at vera varnar við grilling og ikki minst sigarettum. Tað verður heitt á fólk um at vísa størsta varsemi viðvíkjandi grilling, og at lata vera við at tveita sigarettstubbar frá sær. Tí tað skal so lítið til, áðrenn eldurin verður festur.
Á DMI mála tey ”tørkeindeks”. Og har vísa nýggjastu málingarnar, at í fleiri økjum í Danmark, er ”indeksi” á einum høgum brandfarligum støði.
Várið í ár var tað næstheitasta og turrasta síðani 1874. Farni veturin var tann fimtheitasti, sum nakrantíð er máldur í Danmark.
Sløkkiliðsfólk hava longu verið í holt við smáar skógareldar í Sjællandi. Hesir hava enn ikki elvt til stórvegis skaða. Men tað skal lítið til, ávara myndugleikararnir.
Hetta skrivaði Berlingske í morgun.