Løgtingið kemur saman í dag klokkan 13:30 fyri at viðgera fíggjarlógina fyri 2017, og føroyingar hava møguleika at fylgja við orðaskiftinum. – So langt er alt gott. Men hava vit nakran møguleika at skilja tað, sum verður sagt?
Løgtingið kemur saman í dag klokkan 13:30 fyri at viðgera fíggjarlógina fyri 2017, og føroyingar hava møguleika at fylgja við orðaskiftinum. – So langt er alt gott. Men hava vit nakran møguleika at skilja tað, sum verður sagt?
Vit hava hoyrt nógv teir seinastu dagarnar um fíggjarlógina. Onkur sigur at tølini síggja heilt gott út, meðan onnur siga, at landsstýrið siglir vandakós.
“Rakstrarútreiðslurnar vaksa bara 1,8 prosent,” sigur Kristina Háfoss, – men “nei, hasi tølini eru sminkað,” sigur andstøðan.
Og hvat skal vanligi føroyski borgarin halda? Vit kunnu velja at trúgva øðrum partinum ella at trúgva hinum partinum, men vit hava einki beinleiðis at byggja okkara trúgv á, tí tað munnu vera hey fægstu sum sjálvi duga at lesa eina fíggjarlóg.
Tað er einki stað, har ein vanligur borgari kann fara inn og sjálvur lesa tøl, ið kunnu samanberast við árini frammanundan. Onkrir pengar eru “støðlaðir” (tað vil siga, at teir eru goymdir – altso játtaðir og ikki brúktir beinan vegin, og kunnu tí brúkast seinni uttan at verða játtaðir av nýggjum). Spyrt tú ein politikara, hvat støðlaðir pengar er fyri nakað, so svarar hann helst, at tað eru pengar, sum hava fingið “eina C-átekning”. – Og skilti tú einki áðrenn, so skilir tú minni aftaná.
Inni á heimasíðunum hjá Gjaldstovuni og Fíggjarmálaráðnum ber til at finna fíggjarlógir og roknskapir, og hesi tølini kunnu vera áhugaverd hjá búskaparfrøðingum og kanska eisini politikarum, men “vanliga fólkið” hevur ongan møguleika at finna runt í teimum.
Hvat merkir RLÚ? og hví er eitt RLÚ I og eitt annað RLÚ II? Og skilir onkur munin á hesum, so er í øllum førum ringt at halda skil á, hvat er hvat.
Í heyst hava vit eisini verið vitni til, at búskaparfrøðingar hava verið í fjølmiðlunum og kjakast sínámillum um, hvussu búskaparliga støðan er í landinum. Jú teir høvdu nokk grein í sínum máli, men fyri “vanliga fólki” hevði tað verið nógv betri um kjakið ikki var í almenna rúminum, tí har skapti tað bara ruðuleika.
Útvarpið segði í morgun, at eingir pengar verða játtaðir til Tjóðleikahús í komandi ári, men kortini kunnu pengar brúkast til tað arbeiðið, tí har eru óbrúktir pengar frá undanfarnum árum.
Er hetta kanska ein orsøk til at roknskapirnir onkuntíð síggja betur út enn fíggjarlógirnar? Er tað tí at pengar verða játtaðir og ikki brúktir? Og er tað tað, sum andstøðan meinar við, tá sagt verður at fíggjarlógin er “sminkað”? Fara pengar at verða brúktir í 2017, sum ikki standa á fíggjarlógini fyri 2017?
Tað er ikki í lagi at vanligi borgarin í landinum ikki hevur møguleika at fylgja við, hvussu okkara skatta- og avgjaldskrónur verða brúktar. Tí áttu landsins myndugleikar at syrgt fyri, at tað fanst eitt stað, har vanlig fólk við ongari akademiskari útbúgving kundu sæð stutt og greitt, hvussu fíggjarliga støðan er, og hvussu pengarnir verða brúktir.




