Í morgun kl. 9 verða samráðingarnar millum strandalondini um uppisjóvarkvoturnar uppafturtiknar og sum skilst er nú so tætt millum partarnar at tað er realistiskt at vanta eina semju longu á fundinum sum verður í dag.

Samráðingar hava verið í Bergen síðan 27. Januar og sum skilst hava londini flutt seg nógv. So leingi ongin avtala er millum ES og Noreg sleppa norsk skip ikki í ES sjógv at fiska svartkjaft, og tey hava heldur ikki atgongd til føroyskan sjógv. Verður semja um pelagiska tilfeingið letur tað upp fyri at føroysk skip sleppa aftur at fiska í ES og Norskum sjógvi í Barentshavinum.
Londini hava nógv at vinna við eini semju men lítið er likið út frá samráðingunum í Bergen – men sum skilst er sera stutt millum partarnar og vit krossa fingrar at semja verður funnin í dag, tí uttan iva far ein semja sera positiva ávirkan á føroyska samfelagið.