Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vantandi fíggjarstýring í samband við MVG kostaði Strandferðsluni 730.000 kr. um mánaðan

Norðlýsið

Málið um fíggjaróskilið á Strandferðsluni er enn eitt dømi um hvussu føroyska høvuðsstaðarpressan undir páhaldinum at verða ”vakt-hundur” fólksins, í veruleikanum leikar í sum ein jakt-hundur. Í blaðnum sum verður í sølubúðunum í morgin viðgera vit kanning sum er gjørd av fíggjarviðurskiftunum hjá Strandferðsluni. Málið snýr seg um ….Óheimilað meirnýtslu frá 2007 til 2013…. og harafturat er talan um feilbudgettering av parts-mvg í 2014 sum sæst endurgivið úr fíggjarnevndarskjalið, sum vit endurprenta niðanfyri..

Málið um fíggjaróskilið á Strandferðsluni er enn eitt dømi um hvussu føroyska høvuðsstaðarpressan undir páhaldinum at verða ”vakt-hundur” fólksins, í veruleikanum leikar í sum ein jakt-hundur.

Í blaðnum sum verður í sølubúðunum í morgin viðgera vit kanning sum er gjørd av fíggjarviðurskiftunum hjá Strandferðsluni. Málið snýr seg um Óheimilað meirnýtslu frá 2007 til 2013 og harafturat er talan um feilbudgettering av parts-mvg í 2014 sum sæst endurgivið úr fíggjarnevndarskjalið, sum vit endurprenta niðanfyri..

Tað framgongur í skjali sum fíggjarnevndin læt løgtinginum í september 2014 at ein beinleiðis feilur í fíggjarstýringini kostaði Strandferðsluni dýrt.

Søgan sum Styarvsmannafelagið nú dyrkar um ein fíggjarleiðara sum av politiskum orsøkum skal verða sagdur úr starvið fyri at hava rópt varskó fyri fíggjarnevnd løgtingsins í 2013 er ikki sama søgan sum fæst við at lesa niðurstøðurnar í feskari kanning, ætlanarskriv og sambært skjali við umbøn um eykjáttan fyri 2014 sum leiðslan á Stradferðsluni var noydd at senda fíggjarnevndini eftir beinleiðis feilir sum fíggjarleiðslan á Strandferðsluni hevði ábyrgd av.

Í skjalinum til fíggjarnevndina stendur:

…..Í september 2013 metti SSL, at játtanartørvurin til raksturin var uml. 140 mió. kr. Játtaðar vórðu 141.575 tús. kr., harav 500 tús. kr. skuldu nýtast til at betra ferðasambandið til útoyggj, og 1.500 tús. kr. skuldu nýtast til at lækka ferðaseðlaprísin.

Vinnumálaráðið hevur í mai 2014 staðfest, at stovnurin ikki hevur útreiðsluført ein part av keyps-mvg soleiðis, sum fyriskrivað í roknskaparreglugerðini og í samsvari við vanligan roknskaparpraksis hjá stovninum. Ístaðin fyri at útreiðsluføra parts-mvg er hetta støðlað á fíggjarstøðuni. Av tí at parts-mvg ikki er útreiðsluført, hevur SSL brúkt ov nógv í mun til játtanina. Stovnurin hevur á henda hátt upparbeitt eitt hall í 2014. Í miðal er talan um 730 tús. Kr./mðn. Sum støðan er nú, vísa framrokningar eitt hall í 2014 á 5.980 tús. kr.

Roknskaparpraksis hjá SSL er, at 18/25-partar av mvg skulu útreiðsluførast, meðan 7/25- partar verða lyftir av.

Hóast oljuprísurin er nakað lægri enn í 2013, og inntøkurnar eru eitt vet hægri, enn mett, hevur SSL havt øktar útreiðslur til:

·Hægri sjúkrafráveru umborð á skipunum, enn upprunaliga mett

·Útgerð til ferðaseðlaskipanina á Bydaleiðum

·Lønir í.s.v. fráfaringarløn til stjóra og lønarískoyti til fyribils stjórar

·Grannskoðan í.s.v. grannskoðanina av 2013

Umframt hetta eru inntøkurnar á Bygdaleiðum higartil í ár lægri í mun til sama tíðarskeið í 2013.

Grundað á herd krøv til hvílutíð hjá sjófólki, verður arbeitt við at gera tillagingar í vetrarferðaætlanini, sum verður sett í verk í november. Útlit eru til, at hetta viðførur eina minninýtslu á 800 tús. kr. í 2014.

Ein partur av játtanartørvinum kann sparast inn við ymiskum tillagingum, t.d. minimera yvirtíð. Eisini verður viðlíkahald fyri 1.500 tús. kr. útsett til 2015.

Mælt verður til at hækka játtanina við 3.450 tús. kr. í 2014 …..

Alt annað líka var budget-feilurin 9 mió.kr.!!Fyri 2015 slapp SSL undan at bóka parts-mvg – men tað varð alt gjørt í samráð við FMR, VMR og FGJ – nakað sum ikki varð gjørt fyri 2014 og tað stóð eisini beinleiðis í ætlanarskrivinum til uppsøgn at tað var hetta sum varð grundarlagið undir uppsøgnini og ikki tað sum var hent í 2007 til 2013. Nýggja leiðslan setti um somu leið kanningar í verk sum endaðu í summar.

Kanónirnar hjá miðlunum vóru eirindaleyst allar vendar móti landsstýrismanninum

og flestu føroyingar fingu eina fatan av at fyrrverandi fíggjar leiðslan á stovninum varð ofrað á politiska altarinum hóast leiðslan í ætlanarskrivið til fíggjarleiðaran vísir beinleiðis til faktuel viðurskifti.

Niðurstøðan av kanningini sum var latin Vinnumálaráðnum í summar og sum vit endurprenta í blaðnum í dag vísir eina aðra mynd enn tað sum miðlarnir søgdu.

Føroyska høvuðsstaðarpressan er ikki nakar ”vakthundur” men heldur ein ”jakt-hundur”

Málið um fíggjaróskilið á Strandferðsluni er enn eitt dømi um hvussu føroyska høvuðsstaðarpressan undir páhaldinum at verða ”vakt-hundur” fólksins, í veruleikanum leikar í sum ein jakt-hundur. Málið um Strandferðsluna var áhugavert soleingi sum ein landsstýrismaður var í skotmálanum og síðani hevur enntá Føroya størsta almenna fakfelag, Starvsmannafelagið – sett málið í eitt beinleiðis villeiðandi ljós við at vísa á at fyrrverandi fíggjarleiðsluna Strandfaraskip Landsins er eitt dømi um hvussu almenn starvsfólk verða forfjónaði og enntá uppsøgd fyri at ”tora at gera vart við óreglulig viðurskifti á sínum arbeiðsplássi”.

Eftir stendur at Johan Dahl sum landsstýrismaður var beinleiðis útsettur fyri einari herferð sum í besta fall bygdi á fordómar og skeivar niðurstøður.

Hetta átti at verið eitt mál fyri fjølmiðlakærunevndina, sum hevur allar heimildir at taka slík mál upp – men tað er neyvan vantandi tá nevndin uttan iva hevði gingið trúvirðinum hjá ávísum miðlum ov nær.

Í junimánaða í ár var kanningin liðug sum er prentað í blaðnum í morgin, sum leiðslan á Strandferðsluni í samstarvi við Gjaldstovu Føroya og uttanhýsis grannskoðanina P/F Januar, hava arbeitt við í 2014 og 2015. Niðurstøðan er at Strandferðslan síðan 2007 av einari ella aðrari orsøk ikki hevði rapportera 10 mió. kr. til Búskaparskipan Landsins, sum stovnurin hevði brúkt hesi árini. Tað er púra greitt at “villeiðandi” upplýsingar komu frá Strandferðsluni og vóru ikki skaptir í Vinnumálaráðnum.

Men higartil hevur hendan søgan ikki havt áhugað.

(Øll kanningin av viðurskiftunum á SSL sum var handað Vinnumálaráðnum í summar, er prentað í Norðlýsinum sum verður í sølubúðunum fríggjadagin.)