Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vápnalógin í Føroyum er ótíðarhóskandi!

Danial Viðoy

Harutíðin nærkast og tíð er at taka byrsuna fram aftur. Ein og hvør, sum er í myndugum aldri, hevur loyvið at eiga byrsu. Ert tú sekstan kanst tú skjóta saman við einum myndugum. – Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í Innlendismálum, hevði og hevur enn ætlanir um, at broyta vápnalógina, so at krøvini at halda byrsa gerast strangari. Tíðirnar eru nógv broyttar, og faðir og sonur hava ikki sama sambandið eins og fyrr, eru nakrar av orsøkunum fyri, at aldargamla føroyska vápnalógin má herðast, sigur Kári P. Højgaard m.a.

Harutíðin nærkast og tíð er at taka byrsuna fram aftur. Ein og hvør, sum er í myndugum aldri, hevur loyvið at eiga byrsu. Ert tú sekstan kanst tú skjóta saman við einum myndugum. – Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í Innlendismálum, hevði og hevur enn ætlanir um, at broyta vápnalógina, so at krøvini at halda byrsa gerast strangari. Tíðirnar eru nógv broyttar, og faðir og sonur hava ikki sama sambandið eins og fyrr, eru nakrar av orsøkunum fyri, at aldargamla føroyska vápnalógin má herðast, sigur Kári P. Højgaard m.a.

Uppskotið hjá Kára P. Højgaard um, at ein og hvør skal í gjøgnum eitt skeið fyri at fáa loyvið at halda byrsu, fekk ikki góða móttøku frá føroyskum skjúttum, tá ið hugskotið kom í ljósmála fyrr í ár. – Undirritaði hevur prátað við umstrídda Kára P. Højgaard til eitt prát um júst vápnalógin og ætlanina um skeið at halda byrsu.

Vápnalógin má endurnýggjast

– Tað hevur verið arbeitt í heilt nógv ár við at fáa eina nýggja vápnalóg. Tað eru eini tíggju til tólv ár síðani at arbeiðið byrjaði. So hugsaði eg, at okkurt mátti gerast, byrjar Kári P. Højgaard fryntligur á málinum sum altíð.

– At fara at broyta lógina fundamentalt, hevur víst seg at verði sera trupult. Tískil hugsaði eg: um vit kundu broytt vápnalógina soleiðis, at vit fingu eina áseting um, at tey, ið nýta skotvápn, hava eina minstu kunning um byrsuna. Tað er her at skeiðið kemur inn í myndina.

– Hugsað varð eisini um, at fáa eina greiða reglugerð fyri teir, ið selja vápn. Soleiðis at vit fingu skrásett allar byrsur í Føroyum, og har við fingu betri yvirlit. Seljararnir hava so at siga einki at halda seg til, tá ið teir selja vápn. Tí teir kunnu selja til ein og hvønn, bert hann er nóg edrúur.

– Men um vit fáa skeiðið upp at koyra og har við prógv um, at viðkomandi er førur fyri at halda byrsu, kundi prógvið verði víst, tá ið viðkomandi fór at keypa sær skotvápnið. Sum nú er, veit seljarin ikki, um keyparin er førur fyri at skjóta á skynsaman og tryggan hátt, leggur Kári P. Højgaard dent á.

Vápnaskeiðið

Hvussu við skeiðinum, hvussu skal tað rigga? spyrja vit fyrrverandi landsstýrismann í Innlendimálum.

– Tað, vit tonktu upp á, var, at skeiðið kundi gingið fyri hjá onkrum ella fleiri av skotfeløgunum kring landið.

– Á skeiðinum skalt tú fáa eina ávísa vitan um byrsu og síðani sleppa at royna seg við byrsuni. Skeiðið skal bara varða í nakrar fáar tímar. Tað er ikki ætlanin, at hetta skal verða tann stóra útbúgvingin, men ein neyðug kunning um, at handfara vápn. – Tí tað eru tíðanverri nakrir, ið aldri hava loyst eitt skot av, tá ið teir fara í hagan við byrsuni, sigur Kári álvarsamur á málinum

– Skeiðið skal vera sjálvfíggjandi. Skeið á eini 1000-1200 krónur áleið, sum er ein hóskandi prísur.

Føroyar eru eftirbátur

Kári P. Højgaard sigur, at Føroyar eru ein eftirbátur innan hetta økið.

– Tað vindur alt meira upp á seg hjá føroyingum at fara uttanlanda á veiðuferð. Í flestu støðum krevst, sum eg skilji, eitt slag av vápnaprógvi.

– Ynskiligt hevði verið, at tá ið vit so orduliga komu í gongd her heima, høvdu fingið eina útlendska góðkenning. Soleiðis at hetta prógv eisini kundi verði brúkt uttanlands. – Skeiðið her heima er bert ætlað til byrsu og ikki riflu. Riflu kanst tú ikki brúka í Føroyum, ikki uttan í onkrum heilt einstøkum føri, greiðir Kári frá.

– Vit eru eitt av teimum fáa londunum í heiminum, sum ongar ásetingar hava í sambandi við at skjóta við byrsu. Vápnalógin hjá okkum er jú elligomul. Tað eru eingi krøv til teir, ið bera vápn. Tað er ikki nóg gott, metir Kári P. Højgaard.

Hvussu við teimum, ið eru vanir at halda byrsu?

Kári P. Højgaard er klárur yvir, at tað eru fleiri menn í Føroyum, ið duga væl at halda byrsu og sum hava skotið í rættiliga nógv ár.

– Tað er skilligt at menn og kanska eisini dreingir, halda hetta vera eitt óneyðugt skeið, tí teir longu duga sær hógv við byrsuni. Ikki minst menn, ið hava skotið í 40-50 ár.

– Vit høvdu hetta uppi at venda, og har hugsaðu vit, at hesir menn og dreingir fingu prógv við onkrum slagi av undantøku og ikki einum eins longum skeiðið, sum ein nýbyrjari. Tað er ikki neyðugt hjá teimum at fara í gjøgnum eitt heilt skeið, sigur Kári P. Højgaard.

– Lógin er kanska serliga egnað til teir nýggju og ungu skjúttarnar, ið nú koma til. Tí tann tíðin í Føroyum, tá ið hvør maður gekk við byrsu, er ikki longur. Og forholdið í millum faðir og son er ikki tað sama í dag, eins og tað var fyrr. Jú í summum støðum, serliga bygdum eru tað enn páparnar, ið taka ábyrgd og greiða frá og læra sonin, hvussu ein byrsa skal handfarast.

Lógin ikki í gildið enn á sinni

Kári P. Højgaard sissar teir, ið reistu seg harðliga upp úr stólinum, tá ið hetta uppskotið kom fram. Broytingin í vápnalógini kemur ikki í gildið hesa setuna.

– Eg hevði uppskotið fyri á landsstýrisfundi á sinni og fekk undirtøku fyri at arbeiða víðari við málinum. Eg fekk so Jógvan Svabo Samuelsen at evna og snikka hesa ásetingina til. Hon varð síðani send til hoyringar. Tað komu sjálvsagt rættiliga nógvar viðmerkingar inn, bæði negativar og postitivar, ella bæði fyri og ímóti. Fleiri hildu tað vera rætt, at taka hetta í álvara. Men eisini vóru røddir frammi, sum søgdu at hetta var óneyðugt, tí føroyingar vóru vanir við byrsu.

– Hetta hevur verið ein long tilgongd, sigur Kári.

– Ja nú bleiv stakkals landsstýrismaðurin eisini koyrdur og eg veit ikki hvar hetta málið endaði. Eg haldi at hetta endaði úti á løgmansfyrisitingini.

– Eg kann siga so mikið, at Fólkaflokkurin var sera skeptiskur viðvíkjandi hesum málinum. Onkrir aðrir persónar vóru eisini eitt sindur skeptiskir. Eg kann ikki ímynda mær, at hetta kemur í gjøgnum í bræði. Eg vænti ikki at hetta vinnur frama í nærmastu tíð, fortelur Kári P. Højgaard.

Kári bleiv skotin niður

Fyrr í ár kom hetta uppskotið fram í miðlunum og tá vóru nógvar harðar røddir frammi.

– Tá ið tað kom fram í miðlunum, var ikki at vera fyri. Mann bleiv jordaður niður, sigur Kári.

Ella vit kundu sagt, at Kári P. Højgaard varð skotin niður. Men tó vóru eisini onkrar røddir tá frammi, ið mettu hetta vera uppskot av týdningi.

– Nei tú í hesi “branchuni” krevur tú at hava tjúkka húð. Tað eru nokk fáir, sum eru meira niðurskotnir, enn hvat eg og løgmaður eru í hesum døgum, sigur Kári P. Højgaard at enda.

Harleywoodpaint