Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Var kappingarnevndin innhabil??

John William Joensen

Tað er ein spurningur, sum kann stillast í málinum viðvíkandi dystinum á Tvøroyri.

Vit liva í einum lítlum samfelag og tí eru reglur um innhabilitet ofta truplar at umsita, men hinvegin eru tær neyðugar.
Viðvíkjandi dømingini í fremstu føroysku deildini, Formuladeildin, hava ofta trupuleikar verið við dystum í Gundadali har tað fleiri ferðir er komið fyri at B36 dómari dømir heimadyst hjá HB og umvent.
At ein havnamaður dømir dystir hjá havnafeløgum hevur tí skapt óneyðugar øsingar og tí kann ein vóna at hetta ikki kemur fyri í framtíðini.
Menn eru heldur ikki samdir um hetta er rætt ella skeivt. Men undirritaði heldur so at hendan øsing er óneyðug.
Men skipanin við dómaraeygleiðarum hevur ikki virkað optimalt síðani hon var sett í verk og her kemur tað meiri enn so fyri at dómaraeygleiðarin kemur frá einum av feløgunum, sum spælir dyst ið hann er settur at eygleiða.
Hetta hendi á Tvøroyri, har ein B36ari var dómaraeygleiðari til dystin millum TB og B36. Eg skiljið væl at suðuroyingar ikki eru nøgdur við hetta og tá dysturin eisini útviklaði seg til ein rokdyst so er greitt at tvørámann kenna á sær at eygleiðingin av leikluti dómarans verður alt annað enn objektiv.

Familja
Harafturat kann handfaringin hjá Kappingarnevndin av málinum eisini skapa øsing.
Magni Mohr, sum er fysiskur venjari hjá B36 og sum byrjaði bardagan við at sparka bóltin burtur frá TB liðskiparanum, tá hesin skuldi taka bóltin, er sonur syskinnabarn formannsins í kappingarnevndini, Bjarki Mohr.

Kappingarnevndin avgjørdi at syskinnabarn formannin skuldi hava minstu revsingina, hóast hesin framdi provokatiónina, sum var upphavið til at TB liðskiparin, sum hevði tuska aftur og fram á vøllinum í 90 minuttir, misti høvdi.
Omanfyri nevndu øsingarevni kunnu umgangast við eitt sindur meira tilvitaðari atferð.

John William Joensen