Videobrot: Met her um, hvørs KÍ átti fríspark í útjavnandi málinum hjá NSÍ.
Videobrot: Tað tók langa tíð tildómarin Alex Troleis hevði tikið støðu, hvørs KÍ málverjinKristian Joensen skuldi hava fríspark ella ikki í støðuni, táNSÍ javnaði til 2-2
Vanligt er, at dómararnir beinanveginpeika út á miðjuna tá mál er, men soleiðis var ikki íútjavnandi málinum hjá NSÍ. Tað gekk ein góð løta áðrennAlex Troleis gav tekin og tað kann vera tekin um, at dómari oghjálpardómarar hava tosað saman um støðuna.
Endaligi dómurinvar, at einki fríspark var mett at vera í støðuni og NSÍ fekkútjavnandi 2-2 málið í 88. minutti, sum tryggjaði liðnum eina stigið viðDjúpumýru í dag. Stór ónøgd var í KÍ leguni um hetta málið, sum mong av teimum bláu hildu átti at verið fríspark til KÍ málverjan.
Niðanfyri kann støðan endursíggjast, har tað neyvan er ivamál um, at samband er millum hælin hjá NSÍ álopsleikaranum Klæminti A. Olsen og málverjanum Kristian Joensen.
Metið sjálvi um, hvørs talan er um fríspark ella ikki.




