Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Var tað nú endamáli

Hendrik Old

Í grein á tíðindaportalinum, hevur Búi Tyril sína útlegging av orðingini “Ogn Føroya fólks”, í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Í grein á tíðindaportalinum, hevur Búi Tyril sína útlegging av orðingini “Ogn Føroya fólks”, í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Búi Tyril sigur, at endamáli við orðingini “Ogn Føroya fólks”, var ikki annað enn, at geva Landsstýrinum lógarheimild til, at regulera fiskivinnuna.

Hettar kann sigast, at vera ein løgin niðurstøða, tá aðrastaðni í lógini stendur greitt, hvussu Landsstýri kann regulera fiskivinnuna. Um Búi Tyril las lógina um Vinnuligan fiskiskap, so hevði hann longu í grein 3 stk. 2 sæð, at har varð bundi fyri, so at ongin einstakur kundi krevja ognarrættin til fiskatilfeingi. Har stendur, “fiskirættindi latin sambært hesi lóg veita ikki einstøkum bólkum, ella einstaklingum, ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldsskyldu”

Hendan orðingin var nógv tugd og tanla, fyri at finna røttu orðingina, til at røkka endamálinum.

Eg skrivi hesar reglur, tí eg verið nevndur, sum ein av 4 sum var í einum bólki, til at gera lógina um Vinnuligan Fiskiskap. Her fer Búi Tyril heilt skeivur, har var talan um eina lóg um íløgustuðul, sum var gjørd nakað áðrenn, sum hevði til endamál, at hjálpa til, at fáa fiskiflotan út aftur aftaná bankakrassj og onnur krassj.

Ongin í Fólkaflokkinum var við til at leggja lógina um Vinnuligan fiskiskap fyri Løgtingi, tí Fólkaflokkurin fór (ella bleiv koyrdur) úr Landsstýrinum, og limur úr Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin komu i Landsstýrið tann 24. apríl 1993, og fiskivinnulógin bleiv ikki løgd fyri løgtingið fyrr enn í seinnapartin í desember í 93 av Thomas Arabo, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og samtykt 4. mars 1994.

Limirnir í Fiskivinnunevndini hjá samgonguni, vóru umframt meg sjálvan, Heini O. Heinesen sum var formaður, Jógvan A. Johannesen og Karl Heri Joensen. Nevndin hevði eina drúgva viðgerð av fiskivinnulógini, sum eisini var eitt stórt og álvarsligt lógarverk. Fyri at fáa vent so nógvum spurningum sum møguligt, og fyri at fáa semju í tingbólkunum, sat eisini ein bólkur av tingfólkum, sum var mannaður við millum øðrum Vilhelm Johannesen og Hans Tausen Olsen.

Tá lógin var samtykt, tók einans samgongan undir við lógini. Sostatt stemmaðu umboðini í andstøðuni (Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og KFFF) ikki fyri lógini.

Tað hava í seinastuni verið fleiri útleggingar av orðingini “Ogn Føroya fólks”, og hendan hjá Búa Tyril, er líka langt frá veruleikanum sum fleiri aðrar.

Tað hevði verið áhugavert, at hoyrt hvaðani henda nógv umtalaða orðing hevur sín uppruna, men tað kann vendast aftur til tað eina aðru fer.

Henrik Old