Kalendarin sigur, at tað er vár. Men veðrið er ikki serliga várligt í hesum døgum. Tað er einki óvanligt í lembing, at veðrið er vánaligt. Hugtakið lambaspræni er ikki nýtt.
Orsøkin til kalda veðrið alla hesa vikuna er eitt lágtrýst, sum hevur staðið yvir Suðurnoregi, Norðsjónum og Danmark. Lágtrýst dregur luft til sín, eisini kalda luft av økinum við Norðpólin, og tað er henda luftin, sum kemur fram við okkara leiðum á veg til miðjuna av lágtrýstinum.
Rákið heldur á, til lágtrýstið er burtur. Lágtrýstið, sum er umrøtt omanfyri, er við at hvørva, men eitt nýtt fer eftir øllum at døma at standa upp beint suðureystan fyri okkum, og tí fer køld luft norðaneftir at køla okkum í nakrar dagar afturat.
Í skrivandi løtu eru ikki útlit fyri lýggjari veðri fyrr enn leygarnáttina. Tá fara há- og lágtrýst at fordeila seg soleiðis, at heitar luft sunnaneftir fer at reka inn yvir oyggjarnar.




