Margit Joensen, sála, var fyrstvalda kvinna í Klaksvíkar býráð og forkvinna í sosialu nevnd, tá verkætlanin fór av bakkastokki fyri umleið 20 árum síðani, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu í morgun
Harafturat var Margit drívmegin í arbeiðsbólkinum, sum fyriskipaði hesa verkætlan saman við Trónda Fuglø arkitektum.
Lítið og einki er broytt í verkætlanini, so sigast má at henda verkætlan var væl úr hondum greidd.
Tá talan er um at reisa standmyndir og at kalla stovnar upp er tað oftani talan um menn ella limir í danska kongahúsinum. Margit var ikki bert fyrstvalda kvinna í Klaksvíkar býráð, men gjørdi eitt stórt og ábyrgdarfult arbeiði og ikki minst tá talan var um hesa verkætlan.
Dagurin verður søguligur við tað at hetta er fyrsti barnagarður, sum Klaksvíkar Kommuna letur byggja
Nýggi barnagarðurin ger at Klaksvíkar Kommuna veruliga er við at nøkta ansingartørvin og vónandi fara tey 64 børnini saman við starvsfólkum at trívast væl í hesi væla verkætlan.
Í komandi viku eru allar starvsfólkasetanir komnar undir land og tey børn, sum fáa pláss, hava fingið fráboðan um tað.




