Tað er gott at síggja, at nývaldi formaðurin í Teknisku Nevnd tykist at hava tikið tráðin upp eftir fráfarna formanni og býráði. Liðugtgerð og viðlíkahald av kommununi varð høgt raðfest, eftir at hava upplivað at nógv stór arbeiði av fíggjarligum ávum steðgaðu upp í 2008
Tað er gott at síggja, at nývaldi formaðurin í Teknisku Nevnd tykist at hava tikið tráðin upp eftir fráfarna formanni og býráði. Liðugtgerð og viðlíkahald av kommununi varð høgt raðfest, eftir at hava upplivað at nógv stór arbeiði av fíggjarligum ávum steðgaðu upp í 2008
Tá ið nýtt býráð tók við 1. januar 2009, sótu vit við einum tómum kassa og nógvum arbeiðum, sum máttu steðga. Hetta gjørdi, at vit fóru undir at endurskoða allar ætlanir, eisini ætlanirnar á tekniska økinum, samstundis sum stórar sparingar vóru framdar.
Ein onnur stór avbjóðing var kravið um eina góðkenda spillivatnsætlan, sum skuldi verða gjørd og send Innlendismálaráðnum í 2010. Kravið var, at ætlanin skuldi verða gjøgnumførd í seinasta lagi 2015. Av tí, at hetta er eitt arbeiði, sum av røttum átti at verið byrjað fyri 10 árum síðani, megna vit ikki at halda tíðarfreistina, hóast vit í seinast setu gjørdu innsatsin.
Tá ið formaðurin í Teknisku Nevnd sigur: “Í løtuni eru fleiri vegagerðir, sum ikki eru gjørdar heilt lidnar, og summar av hesum hava staðið soleiðis í fleiri ár, uttan at tað hevur eydnast býráðnum at finna neyðuga peningin til liðugtgerð”, hevur hetta sínar orsøkir.
Gjørdi hann rætt, greiddi hann eisini frá, hví so er. Fyri tað fyrsta hevur tað tikið tíð at fáa pening aftur til tekniska økið, eftir stóru sparingarnar í 2008/09, sum gingu harðast útyvir tekniska økið. Hesi seinastu fýra árini hava vit, samstundis sum skuldin er niðurgoldin, roynt at hækka játtanina eftir førimuni. Fyri tað næsta máttu vit gera nakað við krøvini um eina spillivatnsætlan.
Sum sagt, 10 ár ov sein
Neyðugt er at gera viðmerkingar, tá ið formaðurin sigur, at tekniski parturin er afturútsigldur. Hetta er ógvuliga undrunarsamt, tá ið vit bæði hava megnað at økt játtanina til tekniska økið ár eftir ár, og vit somuleiðis eru farin undir stóra umhvørvisarbeiðið, sum hvørt ár kostar okkum 8,5 mió. kr. á íløgusíðuni, eftir ætlan fram til 2020. Hetta er onki minni enn eitt bragd at hava megnað, so stutt eftir at kommunan var so illa sperd, fíggjarliga.
Sum borgarstjóri seinastu fýra árini, havi eg upplivað sera gott og konstruktivt samskifti við borgarar, sum hava bíðað eftir at fáa teirra kringumstøður betraðar. Hóast arbeiðið eftir spillivatnsætlanini hevur órógvað nógvastaðni í kommununi, so havi eg kent stóra áhugan frá borgarum fyri, at vit nú veruliga hava sett umhvørvið á dagsskrá. Tað vildi verið ynskiligt, at ferðin ikki var so stór, bæði fíggjarliga og tekniskt, tí tað órógvar so nógvar borgarar í senn, men hetta eru vit noydd til, júst tí økið ikki hevur verið raðfest fyrr, og tí vit eru 10 ár ov sein.
At vit gera eitt grundleggjandi arbeiði, áðrenn nógvur peningur verður brúktur til asfalt, har allar undirliggjandi leiðingar nú eru í so góðum standi ger, at vit hava allar møguleikar til at fáa eina tekniskt góða og nýmótans dagførda kommunu.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur




