Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Varðveit hjúnabandslógina, sum hon er í dag

Tíðindaskriv

Vit fara at heita á teg persónliga um at varðveita hjúnabandslógina, sum hon er í dag, millum mann og kvinnu, og halda fast við ta skipan, vit hava bygt okkara samfelag á í øldir.

Skriv frá Øyvind Bjerkenes, Vinjard Johansen og Svenning á Lofti:

Til allar Løgtingslimir:

Kæri løgtingslimur

Í sambandi við, at løgtingsmál nr. 19/2015, Uppskot til rikislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini, kemur til 2. viðgerð í Løgtinginum, fara vit við hesum 3012 undirskriftum at heita á teg um at atkvøða ímóti hesari broyting.

Ætlaða broytingin er um sera týðandi viðurskifti í okkara samfelagsskipan, og bera vit ótta fyri, at hetta mál fer at skeikla grundleggjandi rættindi hjá stórum parti av borgarum okkara.

Óttin kemur ikki av ongum. Vit vita av royndum úr øðrum londum, sum hava framt hesa broyting, at málið snýr seg um meira enn tað, at tvey av sama kyni, sum elska hvørt annað, sleppa at giftast.

Serliga eru tað hesi trý viðuskifti, sum vit vilja varpa ljós á:

• Trúarfrælsið

• Talu- og samvitskufrælsið

• Rættindini hjá børnum

Í londum, har hetta er gjøgnumført, eru nógv dømi um, at trúarfrælsið og somuleiðis talu- og samvitskufrælsið eru skerd.

Tá ið tað kemur til rættindini hjá børnum, so vita vit øll, at sambandið millum mammu, pápa og barn hevur serstøðu. Føroyar mugu verja tann natúrugivna rættin hjá børnum at kenna og vaksa upp hjá sínum biologisku foreldrum, mammu og pápa sínum, í tann mun tað er møguligt og forsvarligt.

Vit fara at heita á teg persónliga um at varðveita hjúnabandslógina, sum hon er í dag, millum mann og kvinnu, og halda fast við ta skipan, vit hava bygt okkara samfelag á í øldir.

Síggj skriv og undirskriftir í fílini niðanfyri: