Nicolina Dahl hevur viðmerking til oddagrein í Norðlýsinum 30. juni 2006 og íkast á kjaktorginum.
Eg takki fyri allar viðmerkingar, sum eru komnar til lesarabrævið, eg skrivaði fyri skjótt einum mánaði síðan. Eg eri púra samd við oddagreinskrivaran, tá hann sigur, at ov lítið verður kjakast um samfelagsviðurskiftini her norðuri hjá okkum. Ofta verður ónøgd havd á munni millum manna, men kemur hon ikki alment fram, so hendir onki. Eg ætlaði mær ikki í blaðkjak um evnið, men haldi tó, at málið er so álvarsligt, at eg orki ikki at tiga.
Eg skilji ikki rættiliga, at Norðlýsið heldur, at tað er 25 ár ov seint at mótmæla, tí mær vitandi vórðu undirskriftir savnaðar, tá býarskipanin fyrstu ferð varð kend. Tá vóru fólk fyri at varðveita Gerðabø eins og nú.
Eg veit væl, at jarðarbrúkið her í býnum ikki er rationelt og hevur ikki verið tað í nýggjari tíð, og sjálvandi hevði tað verið áhugavert at fingi at vita, hvat festararnir siga til málið. Løgið skal tað vera, um mørurin er so harður í Gerðabóndum, at tað ikki nítur á hjartarøturnar, tá talað verður um at oyða hendan forna søguliga bø. Men uttan mun til hvat festararnir siga, so er festijørðin ogn Føroya Fólks. Vit eiga hana øll og hava latið hana til bøndur at umsita. Teir hava hana í varðveitslu frá sínum forfedrum til sínar eftirkomarar okkum øllum at gagni.
Tað er skyldan hjá býráðnum at skipa so fyri, at vinnumøguleikarnir í býnum eru til fyrimunar fyri borgaran. Men tað er so sanniliga eisini skyldan hjá býráðnum at skipa so fyri, at borgararnir kunnu trívast í býnum. Her í Klaksvík er bara eitt einasta stað, har tað ber til at fara túr uttan at koma í hóslag við bilar – fyri ikki at tala um hesar ræðandi motorsúkklurnar – og tað er gamla gøtan út í Grøv. Har kunnu børn renna leys, meðan gomul og ung ganga uttan ampa. Ført verður fram á kjaktorginum, at um vit vilja út í natúruna, so kunnu vit fara á fjøllini. Ja, tað kunnu tey fara, sum hava fullan førleika, men vit, ið bera brek, tey gomlu og onnur, sum ikki eru so væl fyri, mugu halda okkum nærhendis býnum. Hví skal onki øki verða til okkara? Hví kunna vit ikki sleppa at hava einasta økið, sum eftir er til okkara, í frið?
Norðlýsið hevur ofta ført fram, at økið úti í Grøv er ein perla og tað kann ongin verða ósamdur við tykkum í, men verður bygt á Gerðabø og Gravarbø, so verður tað sum perlan uttan perluband – rykt burtur úr sínum høpi, tí tað er túrurin eftir gomlu gøtu út í Grøv, sum ger Grøv til nakað serligt.
Í øllum býum eru fríøki til fólk at njóta. Hesi øki hava stóran týdning fyri trivnaðin og fólkaheilsuna, sum so nógv verður tosað um nú á døgum. Hví kunnu vit ikki hava slíkt fríøki í Klaksvík? Hesar seinastu dagarnar havi eg hitt nógv fólk, sum eru komin inn á málið um Gerðabø og viðmerkingarnar eru samanumtikið, at fólk fáa seg ikki til at trúgva, at tað er satt, at nakar kann finna uppá at byggja har. Tað er eitt økið, sum fólk eru góð við, ja, okkum tørvar hetta fríøkið í býnum!
Norðlýsið heldur, at tað er ikki rættvíst at leggja eftir FK í hesum sambandi og tað kann eg geva tykkum rætt í. Eg vil tí undirstrika, at mótmælið sum so onki hevur við FK, sum handil, at gera. Gerðabøur eigur at vera friðaður og lagdur út til frítíðarøki. Men hinvegin er FK ein handil, ið byggir á fólkaræðisligar meginreglur og tískil má hann hava eina kjakmentan, sum tolir, at fólk siga sína meining. Løgið, um FK verður bilsin av, at mótmæli koma, tí hon eigur at vita, at tað fer at elva til mótsøgn at byggja á Gerðabø. Sannleikin er heldur, at FK hevur ligið sjóvarfallið av sær viðvíkjandi bygging í Klaksvík, men tað kunnu vit, sum eru góð við Gerðabø, ikki gera við!
At enda til kunningar: eg veit væl, hvussu mótmæli stavast, so tað er ikki av mínum ávum, at yvirskriftin í Norðlýsinum og á heimasíðuni er við fyrra a! ´
Nicolina Dahl




