Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vaska bil hjá MAGN

(Hannefía Joensen)

Leygardagin 31. oktober kl. 10 og úteftir, ber til hjá norðoyingum at fáa bilin vaskaðan – bæði innan og uttan.

Tað eru næmingar í 1P á HF-skúlanum í Klaksvík sum standa fyri hesum átaki. Peningurin sum kemur inn verður brúktur til eina námsferð komandi summar. Sum sagt, so verður tiltakið uttan fyri hjá Magn støðina, og í tí sambandi bjóðar Magn øllum ókeypis kaffi meðan bilurin verður vaskaður.

Næmingarnir í 1P vóna at norðoyingar taka væl undir við hesum tilboði.