Lágtrýstið, ið hevur argað okkum, við nógvum vindi og avfalli seinastu dagarnar, viknar, og eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum sendur lýggjari luft inn yvir klettarnar. Fríggjadagin verður turt, tó sleppa vit ikki undan regninum, tí ein rúgva av brúgvaløgum ferðast yvir Føroyum, sum vikuskiftið gongur
Lágtrýstið, ið hevur argað okkum, við nógvum vindi og avfalli seinastu dagarnar, viknar, og eitt hátrýst yvir bretsku oyggjunum sendur lýggjari luft inn yvir klettarnar. Fríggjadagin verður turt, tó sleppa vit ikki undan regninum, tí ein rúgva av brúgvaløgum ferðast yvir Føroyum, sum vikuskiftið gongur
Ættin alt vikuskiftið verður útsynningur, og vindferðin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul til ein strúk í vindi, 8-13 m/s.
So nú er at finna gummistivlarnar fram aftur og fara út at hoppa í hyljar.
Fríggjadagin
Andøvsgul til stívt andøvsgul, 5-10 m/s, úr útsynningi.
Náttin til fríggjadag verður merkt av einum lágtrýsti, 989 hPa, ið liggur ein útsynningi úr Íslandi og flytir seg eystureftir.
Føroyar fara at liggja ímillum tvær hitabrýr, tí verður skýggjað veður og væntandi nakað av avfalli, men tað klárnar út ímóti morgni. Tað verður vantandi turt restina av degnum. Møguliga sólglottar og lýggjari, upp í 10 hitastig.
Seint seinnapartin ella út á kvøldið nærkast ein kuldabrúgv okkum úr vestri.
Leygardagin
Vindurin alt samdøgrið fer at liggja millum eitt stívt andøvsgul til strúk í vindi, 10-13 m/s, úr útsynningi.
Ein kuldabrúgv liggur í ein útnyrðing úr Føroyum og kemur inn yvir oyggjarnar í nátt, hetta førir nógv regn við sær. Hitin lækkar niður í 5 stig.
Eitt nýtt lágtrýst tekur seg upp á eystur síðini á Íslandi, 991 hPa.
Á miðdegi liggur eitt samanrunnið brúgvalag beint yvir Føroyum og hevur hetta væntandi nógv avfall við sær.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul, 8-10 m/s, úr útsýningi, tað verður regn og møguligir glottar verða at síggja. Hann veksur vindin út á dagin til strúk í vindi og møguliga upp í hvassan vind, 10-14 m/s, av vestri.
Hitin um náttina ferð at liggja millum 4-5 stig. Út á dagin verður kaldari og fer hitin at nærkast frostmarkinum. Tað verður regn og møguliga vátaslettingur.




