Henrik Old, landsstýrismaður í vega- og tunnilsmálum hevur svara fyrispurningi frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, viðvíkjandi koyribreytini á Viðareiðisvegnum.
Asfaltið ongantíð roynt í Føroyum fyrr
Í svarinum upplýsir landsstýrismaðurin, at vatnbasera asfalt er lagt á vegabreytina eystanfyri tunnilsmunnan. Talan er um tilfar, sum ongantíð er roynt í Føroyum áður. Ætlanin var at nýta tilfarið, bæði í Viðareiðistunnlinum og til tilhoyrandi vegir, men nú fyrsta royndin miseydnaðist. Er støða ikki tikin til, hvat tilfar verður lagt á aðru ferð.
Old onga ábyrgd
Hóast Hendrik Old, landsstýrismaður hevur havt ábyrgdina av vega- og tunnilsarbeiði, síðan 14. september í 2015, tá samgongan varð skipað, so leggur hann, í svarinum, alla ábyrgd av vega- og tunnilsgerð til Viðareiðis yvir á undanfarna landsstýrið.
Tá umsat Jørgen Niclasen økið.
Kostar einki at gera sama arbeiði tvær ferðir
Annars verður upplýst at fyrsta royndin at leggja nýggja asfaltið miseydnaðist, og at neyðugt verður at gera arbeiðið umaftur.
Fyrst verður tilfarið, sum er lagt á beint burtur. Síðan verður enn ein roynd gjørd at leggja annað tilfar á koyribreytina. Støða er ikki tikin til, hvat tilfar talan verður um.
Sambært svarinum verður arbeiðið liðugt til tíðina, og eingin eykakostnaður stendst av at gera sama arbeiðið tvær ferðir.




