Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu, kundi fyri løtu síðan boða frá at úrslitini frá seinastu vatnroyndunum vísa at vatnið í Klaksvík er reint og kann tí aftur nýtast sum drekkivatn
Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri hjá Klaksvíkar Kommunu, kundi fyri løtu síðan boða frá at úrslitini frá seinastu vatnroyndunum vísa at vatnið í Klaksvík er reint og kann tí aftur nýtast sum drekkivatn
Karl Jakob Ósá, tekniskur stjóri í Klaksvíkar Kommunu ringdifyri løtu síðan til redaktiónina hjá Norðlýsinum og fegin boðaði frá at nú varvatnið í Klaksvík drekkandi aftur.
– Fyri løtu síðan fingu vit svar uppá seinastuvatnroyndirnar frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og tær vístu at ongarbakteriur eru í vatninum, hvørki á eystur ella vestursíðuni.
– Tað var sunnudagin á middegi at vit fingu fráboðan frá Kósini at teir høvdu staðfestibakteriur í vatninum, og longu sunnukvøldið boðaðu við almenninginum frá ogfrámæltu fólki at drekka vatnið. Síðani hava vit arbeitt hart við at finnaorsøkina til dálkingina og hava kanna áir og vatnkeldur fyri deyðseyð o.a. Við at nýtaútlokningsmetoduna komu vit fram til at okkurt mátti verða galið viðUV-stráliskipanini í vatnverkinum við Ánagjógv og tað vísti seg eisini at verðarætt. Mikudagin virkaði skipanin aftur, men av tí at tað ganga 18 tímar frá tíat vatnroyndir eru tiknar til vit fáa svar – var ikki gjørligt hjá okkum atstaðfesta at vatnið nú er roynt aftur fyrr enn í morgun.




