Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vatnskaði í Posthúskjallaranum kundi gjørt av við stór listarlig virði

Helgi Abrahamsen

“Hevur tú hoyrt”?

Dávur Winther, formaður í Norðoya Listafelag varð uppringdur tíðliga í morgun. Í telefonini var Archibald Black sum visti at siga, at vatnskaði var hendur í Posthúskjallaranum.

“Tað hevur alla tíðina verið skrekkurin, tí vatnskaði er fyrr hendur í bygninginum, og listaverk ið liggja omanfyri milliónina í virði eru á goymslu har,” sigur Dávur.

Men júst hesin skrekkurin hevur fingið listafelagið at taka tað fyrivarnið, at listaverkini eru sett á plattir, og tí hevur vatnið ikki gjørt tann skaðan, sum vandi annars kundi verið fyri.

Vatnleiðing brostin

Tað sum er hent er, at ein vatnleiðing er brostin og vatnið er fossað inn í eitt lítið rúm í kjallaranum. Tá fólk varnaðust skaðan stóð vatnið somikið høgt, at tað bar ikki til at lata hurðina upp inn í rúmið, har skaðin var hendur. Tí var neyðugt at fara við slangum inn aðrar vegir, fyri at pumpa vatnið út.

Tá vit vóru á staðnum var tamarhald fingið á støðuni, men framvegis var kjallarin vátur og inniluftin kendist slavin.

Verður mentanarhús

Spurdur hví Norðoya Listafelag hevur valt Posthúsið til goymslu sigur Dávur, at tað hongur saman við, at húsið skal í framtíðini verða mentanarhús.

“Tá vit fyri tveimum árum síðani manglaðu goymsluhøli, valdu vit at goyma listaverkini har, sum tey kortini skulu inn,” sigur hann.

Norðoya Listafelag er knapt 30 ára gamalt og umleið 140 limir eru í felagnum.

Harleyfacadeacryl