Brúgvalagið við nógvum regni sæst strekkja seg úr Íslandi til Skottlands.
Hetta til hósdagin er tað eitt lágtrýst í Atlantshavi, sum fer at stýra veðrinum í Føroyum.
Tað er eitt ógvuliga máttmikið lágtrýst, sum ger um seg nakrar 100 fjórðingar suður-vestur úr Íslandi í hesum døgum. Trýstið var lægri enn 940 hPa gjáramorgun. Nú er tað ikki so djúpt longur, og tað fer at grynnast til næstan einki næstu dagarnar.
Vindurin rundan um miðjuna hevur verið líka, sum ódnin jóladag í fjør. Men – tíbetur fyri okkum – kemur ódnin ikki so nær Føroyum. Eitt hátrýstøki eystanfyri heldur tað burtur frá okkara leiðum.
Vit fara at liggja eystan fyri miðjuna av lágtrýstinum til hósdagin – tí fer ættin hjá okkum at vera ímillum landsynning og útsynning. Eftir tað fer at mala eitt sindur úr ymiskum ættum.
Meiri konkret, so fer at regna um at landið seint fyrrapartin í dag. Vindferðin fer at liggja um 10 til 15 m/s. Nakað út á seinnapartin fer at slíta í, meðan vindur minkar niður í 3 til 8 m/s, og ættin fer niður í sunnan – kanska útsynning sunnan eina løtu.
Í morginári fer aftur at regna. Hetta verður fram ímóti middegi. Vindurin veksur upp í 8 til 13 m/s úr útsynningi-suðuri. Seinnapartin verður turrari aftur.
Mikudagin verður lítil vindur úr útsynningi – regn í løtum ella ælaveður.
Út á hósdagin er høgætt.
Lýtt og slavið veður 3 teir fyrstu dagarnar í hesari vikuni – luftin kemur úr miðjum Atlantshavi.




