Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Váttað: Heini Vatnsdal til KÍ

Jákup Ósá

Nú hevur KÍ váttað tíðindini.

Norðlýsið skrivaði fyrr í dag, at Heini Vatnsdal skiftir til KÍ og nú hevur KÍ váttað hetta á síni heimasíðu. 

 

KÍ skrivar soleiðis:

Í dag kunnu vit avdúka, at Heini Vatnsdal framyvir fer at leika fyri KÍ. Heini kann røkja pláss bæði á miðjuni og í verjuni.

Heini er suðuroyingur, men valdi í 2013 at skifta til HB í Tórshavn. Stutt eftir fekk Heini debut á A-landsliðinum, tá Føroyar leiktu ímóti Írlandi á útivølli tann 7. Juni 2013.

Í 2015 valdi Heini at fara niður til Keypmannahavn í lestrarørindum, har hann skrivaði undir við Fremad Amager. Fremad Amager spælir í næstbestu deildini í Danmark.

Heini hevur seinastu tíðina havt eitt ynski um at flyta heim til Føroyar, og hevur nú undirskriva sáttmála við KÍ.

Heini Vatnsdal er skrásettur fyri 99 dystir í Betri Deildini og 19 A-landsdystir sambært Faroesoccer.

Sáttmálin ímillum Heina og KÍ er galdandi fram til desember 2022.

Vit ynskja Heina hjartaliga vælkomnan í felagið og góða eydnu í KÍ blusuni!