Tað frættist millum fólk í KÍ-umhvørvinum, at Rógvi Jacobsen møguliga er ávegis til Noregs, og nú er staðfest á B36-heimasíðuni, at Meinhardt Joensen hevur skrivað undir sáttmála har.
B36-heimasíðan váttar, at Meinhardt Joensen, sum hevur vart KÍ-málið tey seinastu árini, júst hevur skrivað undir sáttmála við B36.
Samstundis frættist frá væl vitandi keldum í KÍ-hópinum, at Rógvi Jacobsen helst ikki verður KÍ-ari á hesum sinni, tí útlit eru nú til, at hann fer til Noregs at royna seg. Enn er tó ikki frætt um navnið á nøkrum felag.
Sagt verður, at ein annar møguleiki er, at hann endar heilt niðri í Italiu í tí næst bestu deildini har.




