Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VB hevði munin

Norðlýsið txt. Myndir Anton Højgaard

Hóast tað bleiv til ein tryggan sigur til VB á Stjørnuni ídag, so var framgongd at síggja í spælinum hjá stjørnukvinnunum í mun tilundanfarnar dystir. Serliga var tað verjuparturin sum stóð seg væl.

Tað gekk javnt á teir fyrstu 20 min. Tað eydnaðist tó VB atkoma nøkur mál framum seinastu løtuna áðrenn hálvleik, soleiðis athálvleiksstøðan gjørdist 11-5 til VB. Viðmerkjast skal, at Stjørnan tá hevðimissnýtt trý brostskøst.

Stjørnan kom betur frá byrjan í seinna hálvleiki og fekkminkað nakað um munin. Síðani skiftust liðini um at skora, men seinastu 10 min.vísti orkan seg at ganga undan hjá heimaliðnum, og við nøkrum skjótummótálopum, fekk VB økt um leiðsluna, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein23-15 sigur til VB.

Sum tølini siga, so var størsti trupuleikin hjá Stjørnuni atskora mál. At halda mótstøðuliðnum niðri á 23 málum er í lagi, tað er bara ovlítið at bert at skora 15 ferðir. Liðið manglar ein skjútta. Einasta verunligaskothóttanin hjá Stjørnuni er Mina Sirdal, sum eisini gjørdist toppskjútti.Hevði liðið blivið styrkt við einum góðum langskjútta, so høvdu tær uttan ivakunna spælt upp móti flestu liðnum.