Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VB og Kyndil spæla hálvfinalu í Vági hóskvøldið kl. 20.00

Oliver Joensen

Tórshavn 27.01.2015

Starvsnevndin hjá HSF og umboð fyri VB og Kyndil eru í kvøld komin ásamt um at loysa knútin, sum var íkomin í sambandi við dystarleggingina í steypakappingini hjá kvinnunum.

Á fundi í kvøld eru partarnir komnir ásamt um, at seinna hálvfinalan millum VB og Kyndil verður hóskvøldið 29. januar í Vági kl. 20.00.

Hálvfinalurnar hjá monnum og kvinnum verða sostatt spældar soleiðis:

Mikukvøldið 28. jan.:

Kl. 20.00 VÍF – Kyndil menn

Kl. 20.00 H71 – Neistin menn

Hóskvøldið 29. Jan. :

Kl. 19.30 VÍF – Neistin kvinnur

Kl. 20.00 VB – Kyndil kvinnur

Starvsnevndin hjá HSF ásannar, at dystarleggingin av øllum hálvfinalunum hevur verið óheppin, tí m.a. liðini hjá Kyndli skuldu spæla á hvør sínum stað samstundis.

Avgerðin at leggja dystirnar á hendan hátt setti VB í eina óhepnu støðu, har felagið gjørdist partur av einum stríðsmáli, sum tað ongan lut átti í.

Starvsnevndin er beinanvegin farin undir at endurskoða kappingarleistin fyri hálvfinalurnar í steypakappingini til næsta ár, so ein tílík støða ikki endurtekur seg.

Kristian Johansen, formaður í HSF, sigur:

“HSF tekur fulla ábyrgd av, at hendan støðan kom í, tí dystirnir áttu at verið lagdir betur. Vit takka VB og Kyndli fyri í sátt og semju at hava loyst hendan knútin hondbóltinum at frama.”

Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB, sigur:

“Vit í VB eru sera fegin um, at ein loysn er funnin á málinum, og at vit øll nú kunnu savna okkum um hondbóltin, sum vit elska so nógv. Nú gleða vit okkum bara til ein góðan dyst.”

Uni Arge, formaður í Kyndli, sigur:

“Vit hava havt ein sera góðan fund í dag, har Kyndil, VB og HSF í besta sóma hava tosað seg til rættis, so málið kundi fáa ein enda. Vit hyggja nú frameftir í besta ítróttaanda og gleða okkum til dystin.”