Aftaná dystin leygardagin í Vági, har Stjørnan vann við 8 málum, mundu flestu vænta ein sigur til Stjørnuna aftur í gjár, men so var ikki.
Eins og í dystinum leygardagin, var tað VB sum byrjaði betur og í hálvleikinum førdi VB við heili 5 málum, støðan var tá 8-13 til VB. Í seinna hálvleiki nærkaðist Stjørnan spakuliga og í 22 minutti var støðan 19 19 og tá so Stjørnan løtu seinni kom framum 22-21 mundu flestu vænta somu gongd sum í Vági, men so var ikki. VB vildi tað annarleiðis og í 30. minutti kom VB afturíaftur og skoraði til endaligu støðuna 24-25.




