Fríggjadagin 8. oktober vóru menn í skorunum undir Eystfelli í Hattarvík eftir veðrum. Sum nakað nýtt, varð tyrlan hjá Atlantsflog nýtt til flutningin.
Hetta virkaði framúr væl og gekk alt uppá stás. Tilsamans vóru 39 veðrar koyrdir í skorarnar, men tá ið avtornaði, komu 35 aftur til høldar. Umframt teir 39 gekk ein eftir frá árinum frammanundan, men hesin var ikki at síggja nú.
Skurðurin var sera góður og miðalvektin lá um 60 pund. Størstur var tann hjá Símun gullaksen, sum vigaði 80 pund. Hesin kom upprunaliga úr Innustovuhaganum hjá Richard Klakkstein í Klaksvík.




