Fyri fyrstu ferð varð hildin veðrauppboðssøla á Hellunum. Talan var um 8 veðrar úr Skarðshaga.
Sýslumaðurin í Eysturoy skipaði fyri.
Eini 25-30 fólk í øllum aldrum høvðu dittað sær út í illveðrið hetta hóskvøldið.
Tað gekk eitt sindur striltið í fyrstani at fåa boð uppá veðrarnar, men so kom glið á.
Prísirnir vóru úr kr 1200 til kr 1800 fyri hvønn. Elsti keypari var 76 ár og yngsti keypari var 7 ár.
Ein góð løta í hoyggjhúsinum hjá Jens Peturi.




