Tann stóri spurningurin er um veðrið verður til fýrverk á midnátt. Útvarpið hevur júst havt samrøðu við Hanus Kjølbro, sum er veðurkønur. Hann hevur eina meting, ella eitt skikkað git.
Tann stóri spurningurin er um veðrið verður til fýrverk á midnátt. Útvarpið hevur júst havt samrøðu við Hanus Kjølbro, sum er veðurkønur. Hann hevur eina meting, ella eitt skikkað git.
Hanus Kjølbro segði m.a. at møguleiki er fyri, at øll fáa eina turra løtu um midnáttarleiti. Men samstundis segði Hanus, at møguleikin er størri at norðoyingar fáa eina turra løtu, tí brúgvalagið, sum er á veg hendaveg kemur at raka Mykines og Suðuroynna fyrst. Síðani fer brúgvalagið at breiða seg haðani.
Samanumtikið segði Hanus Kjølbro, tá ið útvarpsmaðurin bað hann taka saman um dagin og kvøldið:
– Heilt stutt, so verður tað 10-12 metrar um sekundi av landsynningi, sum onkustaðni um midnáttarleiti støkkur í útsynning.
– Og tá ið hann er stokkin í útsynning, tá kemur regn. Spurningurin er bert, hvat klokkan verður tá. Men, sigur Hanus, tað verður ikki langt frá midnátt, at regnið kemur. Vónandi kemur regnið eitt sindur aftaná, tað vóni eg ið hvussu er.
Lat okkum vóna, at tað verður gott á midnátt.




