Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið á Norðlýsinum

Jóhann Lutzen

Hanus Kjølbro fer framyvir at hava veðurtíðindir í blaðnum og á heimasíðu okkara

Hanus Kjølbro fer framyvir at hava veðurtíðindir í blaðnum og á heimasíðu okkara 

Fólk elska at tosa og hava eina meining um veðrið. Ein sera avhildin táttur á Norðlýsinum verður nú aftur at síggja. Fólk kunnu gleða seg til, tá Hanus Kjølbro, lærari á Sjónámi og veðurkønur, aftur fer at greina veðrið fyri okkum. Hanus dugur sera væl at bera fram veðurtíðindi á ein skilligan hátt fyri leikfólk. 

Ætlanin er at Hanus, sum er útbúgvin skipsførari og hevur undirvíst í veðurlæru síðan 1997, hvønn fríggjadag hevur fastan tátt um veðrið teir komandi dagarnar. Harumframt er ætlanin eisini at hava ymsar søgur um veður og vind í blaðnum, sum kemur í hvørt heim í Norðoyggjum, umframt haldarar aðrastaðni, hvønn mikudag.