Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið á Norðoyastevnu

Hanus Kjølbro

Stabila veðrið við gráum lofti og í nógvum støðum mjørka verður avbrotið í vikuskiftinum, men vit skulu rokna við at fáa tað aftur í næstu viku.

Vit hava eitt lítið lágtrýst um okkara leiðir, og tí fer ættin at vera skiftandi í dag og fram til fyrrapartin í morgin. Eftir tað fer eitt brúgvalag úr einum øðrum lágtrýsti at leggja leiðina framvið, og tí verður váttligt í morgin.

 

Fyri tað sum eftir er av degnum í dag er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður, í støðum mjørki. Í kvøld og í nátt yvirhøvur turt.

Hitin í dag 8 til 13 stig.

Fyrrapartin í morgin er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki. Seinnapartin lot til frísk lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og sum frá líður regnar. Um kvøldið gongur hann niður ímóti suðuri, og sum frálíður slítur í, tó ælaveður í støðum.

Hitin í morgin 9 til 12 stig.

Sunnudagin er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki. Um kvøldið ælaveður og um náttina samregn.

Hitin í ovurmorgin 9 til 12 stig.

 

Góða Norðoyastevnu.

Harleyfacadeacryl