Hanus Kjølbro, veðurfrøðingur, sigur soleiðis um veðrið á Summar Festivalinum í 2014.
Tað er eitt lágtrýst, sum í dag er statt umleið 300 fjórðingar sunnan fyri Ísland, sum fer at ávirka veðrið um okkara leiðir teir næstu dagarnar. Tað fer í ein landnyrðing í dag í móti Írlandi, men um middagsleitið í morgin fer tað at snara leiðina norður ímóti Føroyum. Tá ið Summarfestivalurin endar leygarkvøldið, er lágtrýstdepilin staddur einar 150-200 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Í nevnda tíðarskeiði fer lufttrýstið at lækka eitt sindur, men ikki so nógv. Í skrivandi løtu (klokkan 1200 hósdag) stingur eitt trog seg eystur úr lágtrýstinum við tilhoyrandi samanrunnum brúgvaløgum. Hetta gevur okkum skýggjað veður ymsastaðni í landinum. Ættin hevur verið lágur eystan og landsynningur – 3 til 7 m/s. Út á dagin í dag fer brúgvalagið norðurum, og ættin fer at verða landsynningur-eystan. Framvegis lítil vindur, at tað verður klárari og turt; hitin fer at liggja um 12 stig.




