Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið at rógva

Hanus Kjølbro, Sjónám

Eitt lágtrýst flytur seg eystureftir beint norðan fyri Føroyar. Tað er ikki serliga djúpt, 995 hPa nú á middegi, og tað grynnist, sum dagurin gongur. Miðdepilin er bert 70 fjórðingar norðan fyri Fugloynna. Seinnapartin fer tað at flyta seg í ein landsynning ímóti Hetlandi.

Rundan um eitt lágtrýst melur vindurin ímóti klokkuni, og tí er ættin útnyrðingur í dag og í kvøld. Vindferðin er 3 til 5 m/s í løtuni – vaksandi eitt lítið vet seint seinnapartin – upp í 5 til 8 m/s.

Leivdirnar av tí samanrunna brúgvalagnum, sum gav okkum nógv regn í gjár, eru enn oman fyri okkum. Úr tí fara dropar at detta niðurúr í løtum í dag.

Htin í dag fer at liggja um 12-13 stig.

Tá ið tað er útnyrðingur, tá ið róð verður kapp í Vestmanna, fara bátarnir at fáa vindin inn á bakborðsíðu, eitt lítið sindur framman fyri tvørs.