Í løtuni (klokkan er 18:00) eru allar oyggjarnar undir tí mesta avfallinum. Tað regnar illa allasteðs, og miðalvindferðin fyri alt landið er 18 m/s. Skrið av landsynningi. Tað er ógvuliga ymsikt kring landið, hvussu hendan ættin er. Har sum vindmátarar Landsverks vísa mest, er vindurin á Høgareyni og Gjáarskarði. Har er mált upp í 33 m/s. Minsti vindur er á Vatnsoyrum: 7 til 13 m/s.

Regnið fer at halda á til eitt sindur eftir midnátt. Tað verður tó ikki turt tá, tí ælingar fara at koma og fara. Vindurin fer at vera soleiðis, sum hann er nú, til fram ítmóti midnátt. So minkar vindferðin, og nakað eftir midnátt fer at vera stilt. Ið hvussu so er í mun til nú. Eitt lot úr ymsum ættum.
Í morgin ári fer vindurin at koma av vestri. Í fyrstanini ikki nógvur vindur, men hann veksur út á fyrrapartin upp ímóti stormi, 20 m/s. Hetta er miðalvindur – hvirlurnar eru harðari. Á middegi er slutt við ælaveðrinum – tá kemur samregnið aftur!
Vindurin og regnið halda so á restina av degnum. Ættin snarar so við og við upp ímóti útnyrðingi út á kvøldið. Ikki fyrr enn á middegi leygardagin fara fyrstu tekin at síggjast, at vindur og regn minka.
Viðvíkjandi tropisku ódnini Kate, so er væntandi, at hon grynnist burtur í einki yvir miðjum Atlantshavi teir næstu dagarnar.