Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið fer at verða keðiligt næstu dagarnar

Hanus Kjølbro

Tað eru nakrir dagar síðan, at veðurstovur fóru at spáa nógvan vind alt hetta vikuskiftið og nakrar dagar afturat. Vindurin, vit uppliva í kvøld, stavar frá hátrýstinum vestan fyri Iberisku hálvoynna. Hetta hátrýstið hevur flutt seg eitt sindur undan teimum djúpu lágtrýstunum, sum eru komin vestaneftir.

Ein hátrýstryggur stakk seg úr hátrýstinum upp til okkara leiðir, men gleðin var stokkut hesuferð. Ryggurin boygnaði undan eystureftir og liggur nú yvir Vesturevropa, meðan trýstmunurin á nú norðara parti av hátrýstinum er vorðin stórur. Tað er júst hendan samankroytingin av luft, ið kemur sendandi úr útsynningi. Vindferðin hevur ligið um15-20 m/s, og væntandi verður hetta vindurin teir næstu tveir dagarnar. Í teimum støðunum í Føroyum, har hvirlur eru, tá ið vindurin kemur úr útsynningi, fara tey at merkja onkra harðari hvirlu – møguliga upp í 25 m/s.

Hetta hátrýstið fer at gera av veðrið um okkara leiðir – við somu vindferð, til tað er viknað og hevur flutt seg eitt vet suðureftir. Eftir tað fer vindurin at minka nakað, tá ið eitt lágtrýst beint norðan fyri Føroyar fer at taka yvir fyrrapartin leygarmorgunin. Í løtuni er trýstið ógvuliga lágt í lágtrýstdeplinum, bert 958 hPa; men tað fer at ganga upp í nátt. Hetta lágtrystið fer at senda senda kalda pólluft úr Grønlandi til okkara. Vit fara at merkja tað væl, tí hitin fer at fella niður ímóti frostmarkinum í byrjanini av næstu viku – kanska er ársins fyrsti kavin á veg? Vindferðin fer samstundis niður í 10 m/s ella har á leið.