Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið helst Summarfestivalinum til vildar

Oliver Joensen

Hóast spádómar um landsyning og regn fyrr í vikuni, so boðar DMI nú frá útsynningi um vikuskiftið.

Hóast vit føroyingar eru vandir við veðrið her á klettunum, so er ongin loyna at okkum dámar gott veður tá í um tiltøk sum Summarfestivalurin ræður.
Fyrr í vikuni røddi DMI um landsynning og regn, men seinnu dagarnar hevur verið meira tos um sunnan og útsynning og í seinastuni er vestan eisini komin upp á tal.
Vit, sum vanliga fylgja forsagnunum vænta tí, at vikuskiftið verður sera gott til veður at halda summarfestival í.
Helst verður sera gott veður leygarkvøldið og sunnudagin er líkt til at vit kunnu vænta sólskynsdag.
Góðan Summarfestival.