Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið hetta til jóla

Hanus Kjølbro

Nú eru bert tríggir dagar til jóla. Veðrið hevur ikki verið serliga jólaligt teir seinastu dagarnar, og tað fara teir heldur ikki at vera í dag ella í morgin ella ovurmorgin.

Eitt rák av kaldari luft er norðan fyri Føroyar, men tað steðgar einar 2-300 fjórðingar norðanfyri og verður beint eystureftir. Eitt hátrýst sunnan fyri Føroyar steðgar rákinum. So leingi hetta hátrýst er plaserað, har tað er, verður einki kalt veður í Føroyum. Tekin er, at tað fer at flyta seg sunnunáttina – t.e. náttina til jólaaftan.

Men til ta tíð (altso hetta til jólaaftan), so fer ættin í Føroyum at liggja ímillum útsynning-vestan og útsynning-sunnan. Vindferðin fer at liggja um 15 m/s í løtum ella 5 m/s aðrar løtur.

Bert fáar løtur vera turrar hesar 3 dagarnar. Brúgvaløg við regni standa í flokk og rað. Í dag verður hampuliga turt, í morgin væl vátari; hósdagurin ikki so galin.

Men ivin um veðrið jólaaftan er eitt sindur spennandi, haldi eg….