Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið hóskvøldið – dagføring

Hanus Kjølbro

Fortreytirnar fyri forsøgnini, sum var her á portalinum hjá Norðlýsinum í gjár, eru ikki broyttar nógv seinasta samdøgri.

Eitt lágtrýst flytur seg eystureftir tvørtur um Bretland og tað fer at verða statt yvir Suðurnorra annaðkvøld, tá ið sir Cliff Richard fer at trýna á pallin á Vágsbøi.
Ættin í dag er landnyrðingur, og hon fer at flyta seg spakuliga upp í norðan á middegi í morgin og eitt sindur vestur um norðan í annaðkvøld. Vindferðin fer at samstundis at minka.
Í annaðkvøld verður vindferðin 3 til 7 metrar um sekundið. Luftin, sum fer at reka inn yvir Føroyar í annaðkvøld, er eitt sindur slavin. Tí er eitt sindur torført at spáa um, hvussu turt tað verður.
Men fyri tað mesta verður tað skýggjað veður allan morgin – onkrir sólglottar og okkurt smávegis æli. Hitin fer at liggja um 8-9 stig.