Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið í næstu viku

Hanus Kjølbro

Myndin er tikin úr fylgisveini í kvøld klokkan 18 føroyska tíð.

Sunnan fyri Føroyar er klárt og gott veður og turt. Tað hevur fyri tað mesta verið klárt í Føroyum í dag. Høg skýggj (cirrostratus) og bert okkurt ælið úr fjallabøklum (orographic cumulus).

Vestan fyri Føroyar er ikki líka gott veður. Tað er har lágtrýstini ferðast fyri tíðina. Eitt av teimum sæst á myndini statt einar 200 fjórðingar sunnan fyri Kappan. Hetta lágtrýstið fer at ávirka veðrið í Føroyum næstu 5-6 dagarnar.

Tað ferðast norðureftir, meðan tað dýpist og gerst meiri og meiri máttmikið. Á middegi í dag var trýstið í miðjuni 971 hPa. Í annaðkvøld er trýstið lækkað niður í 963 hPa; á middegi týsdagin verður trýstið í miðjuni helst 956 hPa. Tá verður illveður rundan um tað – serliga á havleiðunum vestan fyri Kappan.

Dagarnar eftir tað – t.e. mikudagin, hósdagin og fríggjadagin – fer lágtrýstið at halda til á somu leiðum við Kappan, meðan mátturin spakuliga fer úr tí.

Føroyar fara at liggja ímillum hátrýstøkið yvir Vesturevropa og lágtrýstøkið í Irmingarhavi og Grønlandsfjørði. Tað fer at hava við sær, at ættin fer at liggja um útsynning í 5-6 dagar ella so. Okkurt smávegis frávik kann vera, sjálvandi.

Vindferðin verður næstan líka skjót at skriva um sum ættin. Eftir at hátrýstryggurin, sum liggur yvir landið í løtuni, er farin sín veg fyrrapartin í morgin, fer vindurin at veksa upp í 12 til 17 m/s, og tað fer hann at vera meira ella minni til hósmorgunin. Tá fer at minka.

Avfall fer at vera næstu dagarnar. Luftin, sum fer at reka ímóti okkum, stavar frá leiðini vestan fyri Kanariuoyggjarnar. Har er heitt, og luftin hevur tí góðan møguleika at taka nógva guvu upp úr havinum (vatndamp) á longu leiðini til Føroya. Næstu dagarnar fara vit bæði at hava drúgvar løtur við nógvum regni og heilar dagar við ælaveðri. Bert í løtum turt.

Harleyfacadeacryl