Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Veðrið í nátt

Hanus Kjølbro, Sjónám

Nú er klokkan hálvgun 5 (1630). Vindurin er enn tað tann sami, sum hann hevur verið síðani í morgun: stormur við hørðum hvirlum. Ættin hevur verið landnyrðingur í morgun, men hevur flutt seg spakuliga upp ímóti norðri.

Í løtuni er ættin beinur norðan. Vindur fer at vera tann sami, t.e. stormur við stringum hvirlum – í eina løtu afturat, til midnátt ella har á leið. Ættin flytur seg alla tíðina, og á midnátt í kvøld fer vindurin at koma úr útnyrðingi.

Viðvíkjandi avfalli, so fara tey viðurskiftini eisini at vera tey somu, sum tey hava verið í dag: vátakavi og kavi.

Eftir midnátt fer vindurin at minka. Um uppfaringartíð i morgin er vindur væntandi komin niður í ein strúk ella hvassan vind.

Harleyfacadeacryl